GESTASTOVAN: 'Ein dag í senn'

Share:

Listens: 0

Stakar sendingar - útvarp

News & Politics


Eitt gamalt orðatak eystanifrá er, at 'tað er størri at vinna á sær sjálvum, enn á einum heilum býi'. Hetta varð sjálvandi skrivað, tá býir vóru at rokna sum lítil lond, hvat teir eisini vóru. Men hvat inniheldur hetta, 'at vinna á sær sjálvum?'. Tað veldst um, men í hvørjum føri er talan um at fara frá nøkrum, sum ikki riggar, sum ein kortini hevur hildið fast í longi, tí ein ikki kennir nakra loysn.