GESTASTOVAN: 'Nýtt víkingaskip í anda Hovgríms'

Share:

Listens: 0

Stakar sendingar - útvarp

News & Politics


Tað kom dátt við, tá henda samgongan tók burtur stuðulin til Víkingaskipið í Hovi, sum var játtaður frammanundan. Men Júst Johannesen er kortini ikki fallin í fátt. Abbin var bátabyggjari, sjálvur er hann timburmaður, men hann hevur í hyggju eisini at læra seg timburskipa-smíð. Og møguleikan fær hann, tí hann er verkætlanarleiðari í stóru víkingaskips-ætlanini í Hovi, har norska Gokstadskipið frá ár 890 verður endurmyndað í føroyskum timbur-hondum. Júst Johannesen hevur eitt stórt tal av áhugum, og framfýsnið er stórt. Har hendir nakað, tá Júst av Tvøroyri setur sær tað fyri.