Mono: Sam Philips - 3. partur

Share:

Listens: 0

Mono

News & Politics


Fyri 70 árum síðani stovnaði Sam Phillips plátufelagið SUN í Memphis. Hann var undangongumaður og spældi inn tónleik, har rútmaog blús rann saman við country til tað, vit í dag kalla rokkandroll tónleik. Hann var ikki einsamallur, men SUN upptøkurnar, hann gjørdi við nøvnum sum Elvis Presley, Johnny Cash, Jerry Lee Lewis og Carl Perkins eru enn dagin í dag klassikarar innan rokktónleikin. Eisini upptøkur, sum ikki vóru so kendar, eru vaksnar í metum við árunum. Og enn stendur spekt og sómi um hesar upptøkur.